Leygardagin vann Liverpool 3-1, ímóti Norwich á heimavølli og nýggi maðurin, Luis Diaz, skeyt sítt fyrsta mál í reyðu troyggjuni. Liverpool leiktu móti Inter mitt í vikuni og Klopp byrjaði tí, við einari heilt øðrvísi byrjannaruppstilling. Joe Gomez og Tsimikas, byrjaðu á hvør sínum bakki, meðan Matip varð endurvaldur í miðverjuna, hóast Konaté leikti einastandandi móti Inter. Á miðjuni vórðu allir skiftir út, Chamberlain fyri Thiago, Henderson fyri Fabinho og Keita fyri Elliott. Í Álopinum byrjaði Diaz á vinstra vongi og Mane varð koyrdur í álopið.
Dysturin varð leiktur við sera høgari leikferð og bæði liðini komu til stórar møguleikar. Í veruleikanum áttu bæði liðini, at skotið mál í fyrra hálvleiki, men hálvleiksstøðan vísti 0-0. Norwich kom út til seinna hálvleik við stórari trúgv og megnaðu, at skjóta mál eftir tríggjar minuttir. Stutt eftir tímaslagið, javnaði Mane og Salah legði okkum á odda stutt aftaná. Í 81 minutti lukkaði Luis Diaz uppgerðini við sera góðum málið, eftir frálíkum uppleggi frá Henderson. Ein sera týdningarmikil sigur, ið heldur okkum inni í stríðnum um meistaraheitið. Við einum dysti til góðar eru seks stig upp til verandi meistaranar, ið leygardagin snávaði móti Tottenham, ið eru vaknaðir eftir trý tap á rað.
Mikukvøldið skulu vit aftur í eldin. Hesuferð verður tað ímóti einum Leeds liðið, ið síggja sera veikir út í verjupartinum. Liverpool eru glóðheitir í løtuni og mugu taka av hesum møguleikanum. Ein sigur ger, at vit bert liggja trý aftanafyri City og so kunnu vit mest avgera alt sjálvir. Liverpool er framvegis við í øllum kappingum og hevur hálvan fót í hálvfinaluni av Champions League.
Nakrar týdningarmiklar uppgerðir vænta og Liverpool Føroyar væntar og vónar góð úrslit. YNWA!
Seinastu tíðindi

Diogo dansar ikki Jota longur

Tann besti handar tí besta steypið

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!
