Aftur

Túrur til Liverpool

25 mar 2022

So fara vit aftur á Anfield 5-9 mei, har vit kunnu síggja fram til Liverpool – Tottenham. Hetta er næst seinasti heimadystur, og tað sær sera spennandi út.


Vit eru við í øllum kappingum enn, nú tað nærkast finalunum.
Vit fara hósdag 5 mei til Edinburgh og koyra við luksusbussi til Liverpool, har vit búgva á 4 stjørnu hotelli mitt í býnum.
Dysturin er, enn, ásettur til at verða leygardag, men hetta kann broytast til sunnudag.
Heimtúrurin er seinnapart mánadag.

Við í kostnaðinum er flogbillet aftur og fram, bussur aftur og fram, hotel í tvímanskamari og atgongumerkið til dystin.

Allir prísir eru tíverri farnir í topp allastaðni, men vit klára hoast alt, at halda prísinum á kr. 11.999 fyri hvønn.
Um man ynskir sær einakamar er prísurin kr. 13.499

Avmarkað mongd av plassum eru á hesun túrinum, so tað er at skunda sær at melda til.

Tað neyðugt at hava limaskap í Liverpool Føroyar og Liverpool FC

Bindndi tilmelding skal sendast til piddi@liverpool.fo

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

21. aug 2025

Felags túrur til Liverpool móti Nottingham Forest 20. til 24. November…

18. aug 2025

Roykstovan í Klaksvík og Liverpool Føroyar, hava eisini gjørt samstarv…

17. aug 2025

Kunning um avslátt í Glitnir

03. jul 2025

Diogo dansar ikki Jota longur