Aftur

Onki er avgjørt

28 mar 2022

Fyri tíggju døgum síðani, varð kvartfinalu lutakastið í Champions League avgreitt. Viðhaldsfólk kring heimin vóru spent uppá komandi mótstødulidið og tad tóktiskt, at vera semja um hvørji lið, vit helst vildu møta. Liðini, ið eftir eru í Champions League, eru:

Atletico Madrid

Bayern

Benfica

Chelsea 

Liverpool

Manchester City 

Real Madrid 

Villareal

Av teimum sjey møguleikunum, vildu flest møta Villareal ella Benfica. Lutakastið fall tíbetur soleiðis, at vit skulu leika móti Benfica. Fyrsta umfar verður leikt Anfield, tann 13. Apríl kl.20:00. 

Seinast Liverpool leikti móti Benfica, var í 2010. Hetta var í Europa League endaspælið og Liverpool leikti seg víðari, 5-3 samanlagt. Liverpool vann 4-1 á heimavølli og taptu 2-1 á útivølli. 

Benfica standa ikki sterkt á styrkislistanum, men hava givið øðrum stórfeløgum trupulleikar í ár. Serliga er tad áloyparin, Darwin Nunez, ið í løtuni verður settur í samband vid Arsenal, ið tykist vandamikil. Nunez, hevur skotið 20 mál í Primeira Liga í ár umframt, at hava skotið 4 í Champions League. Í heimligu deildini liggja Benfica í løtuni á triðja plássi og hava 12 stig upp til Porto á fyrsta plássi. Benfica fær torført við, at fanga Porto aftur og fara tí helst inn við ímóti Liverpool um smáar tvær vikur. 

Higartil í Champions League, hevur Benfica leikt 8 dystir. Teir hava vunnið tríggjar, javnað tríggjar og tapt tveir. Benfica hevur skotið 10 mál og latið 11 inn og útfrá hesum hagtølum, kann ein lætt ivast hvussu teir yvirhøvur eru endaðir í kvartfinaluni.

Hjá Liverpool, er tað gingið væl betur. Liverpool vunnu allar dystirnar í bólkaspælinum og spældu seg víðari móti Inter uttan, at skula upp í hægsta gear. Liverpool eru framvegis við í øllum kappinum, ið eftir eru og Klopp skal ikki taka stig til nakran størri skaða í hópinum. 

Hetta verður tó ongin løtt uppgáva fyri okkara reyðu, hóast vit á papírinum eru væl betra liðið. Móti Inter vístu vit tó, at vit til tíðir hava torført við, at finna málið. Liverpool fara tí ivaleyst, at hyggja til Salah, Mane og Jota, ið sína millum hava skotið 45 mál í Premier League í ár. 

Upp til og rundan kvartfinaluna, møta vit fyrst City, á Etihad tann 10. Apríl og síðani United á Anfield, lítla viku eftir fyrstu uppgerðina móti Benfica. Hetta verða alt torførar uppgávur, men breiddin í hópinum er betri enn áður undir Klopp og Liverpool Føroyar hevur tí góðar vónir.  Vit vænta ein trivaligan sigur móti Benfica og mininum 4 stig í Premier League uppgerðunum. 

YNWA!

 

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”