Aftur

Bóltdrongurin er nú toppskjútti

11 apr 2022

Oakley Cannonier. Ja, øll kenna Oakley Cannonier. Bóltdrongurin, sum handlaði so skjótt, tá Liverpool tuskaði aftan á FC Barcelona 7. mai 2019. Í fyrra dystinum vann FC Barcelona 3-0 og Liverpool vísti seg frá allarbestu síðu í seinna dystinum. Divock Orgi legði Liverpool á odda eftir 7 minuttir, síðani skoraði Giorginio Wijnaldum tvey tøtt mál stutt inn í seinna hálvleik og góðar 10 minuttir fyri leiklok sendi Trent Alexander-Arnold eitt hornaspark inn til ein púra leysan Divock Origi, sum smekkaði bóltin upp í nettakið til 4-0. Liverpool vann sostatt 4-3 samanlagt.

Trent Alexander-Arnold vann eitt hornaspark í hornatøkum við Sergi Roberto. Bóltdrongurin, Oakley Cannonier, hugsaði sera skjótt og kastaði eykabóltin, sum hann hevði í hondunum, til Trent, meðan Origi sendi dystarbóltin til bóltdrongin. Trent kundi tískil gera rættiliga skjótt av og spæla Origi, sum avgreiddi ørindini.

Hann fylti 15-ár dagin fyri tiltikna Barcelona dystin og í vikuskiftinum skoraði hann 4 mál, tá U18 liðið hjá Liverpool vann 10-3 á fyrrverandi felagnum hjá Cannonier, Leeds United. Oakley Cannonier hevur higartil skotið 25 mál í bara 20 landskappingardystum fyri U18 liðið.

Skrivað: Jóan Pauli Jacobsen

Seinastu tíðindi

03. jul 2025

Diogo dansar ikki Jota longur

25. mai 2025

Tann besti handar tí besta steypið

10. mar 2025

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!

03. mar 2025

Túrur til Liverpool