Aftur

AÐALFUNDUR 2023

06 feb 2023

Hervið verður kallað inn til aðalfund hjá Liverpool Føroyar, at verða í Bowlinghøllini á hálsi í Tórshavn leygardagin 25. februar kl. 10.00

Aðalfundurin verður hildin eftir lógum felagsins (Liverpool Føroyar), á fundinum verða ársfrágreiðing og roknskapur lagdar fram, eisini er val av 2 nevndarlimum á skrá. Bert limir sum hava goldið limagjald í Liverpool Føroyar fyri 2023, og hava verði limir í meira enn eitt ár og eru 18 ár, kunnu stilla upp til nevndina. ( sí meira á www.liverpool.fo ) . Tað ber til at tekna seg sum lim á heimasíðuni her http://liverpool.fo/nyggir-limir/ í seinasta lagið dagin fyri aðalfundin.


Aðalfundurin er settur at verða í Bowlinghøllini í Tórshavn leygardagin 25.02.2023 kl. 10.00.

Uppskot til viðgerðar á aðalfundin kunnu sendast til: piddi_olsen@hotmail.com

Á aðalfundinum skulu hesi mál viðgerast:


• Ársfrágreiðing og viðger av hesari.
• Roknskapurin verður lagdur fram.
• Grannskoðari skal veljast.
• Aðalfundurin skal áseta limagjaldið. Nevndin kemur við einum uppskoti.
• At viðgera ymisk mál, sum eru nevnd í fundarboðunum.
• 2 nevndarlimir og møguligir tiltakslimir verða valdir.

Væl møtt 

Nevndin 

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

21. aug 2025

Felags túrur til Liverpool móti Nottingham Forest 20. til 24. November…

18. aug 2025

Roykstovan í Klaksvík og Liverpool Føroyar, hava eisini gjørt samstarv…

17. aug 2025

Kunning um avslátt í Glitnir

03. jul 2025

Diogo dansar ikki Jota longur